Royndir og Trupulleikar (#13547)

Eg bøni Teg við veldi Títt, O mín Gud! Lat ongan skaða falla á meg í tíðum royndar, og í løtum gáloysnis leið míni fet rættvegis gjøgnum Tín íblástur. Tú ert Gud, mentur ert Tú at gera hvat Tú ynskir. Eingin kann standa ímóti Vilja Tínum ella forða Endamáli Tínum.

-The Báb
-----------------------

Royndir og Trupulleikar (#13546)

Er nakar Loysari trupulleika uttan Gud? Sig: Lovaður veri Gud! Hann er Gud! Øll eru tænarar Hansara, og øll gera eftir boðum Hansara!

-The Báb
-----------------------

